Ítróttastøð

Kommunan hevur eina longri røð av ítróttarøkjum. So hvørt býurin veksur, er tørvur á at útbyggja
hesi.

Meginítróttaøkið í Havn er Gundadalur saman við Tórsbreyt. Í Gundadali eru 2 fótbóltsvøllir,
harumframt eru Tórsvøllur, Badmintonhøllin, Høllin á Hálsi, Gundadalshøllin, Tennisvøllur og
Svimjihøllin umframt Dansifrøi og ÍSF-húsið.

Útbyggingarmøguleikarnir í Gundadali eru avmarkaðir, serliga um parkeringsøkini skulu betrast, um
útbyggingin av Tórsvølli og Svimjihøllini við langhyli skulu avgreiðast og um parkeringsviðurskiftini
skulu gerast nøktandi.

Av framtíðar ætlanum í økinum eigur lendi at verða sett av til eina møguliga framtíðar ætlan á matr.
1393a, sum er ogn hjá P/F Eik Banka.

Annars er Ítróttahøll í Hoyvík og í Kollafirði, umframt hallirnar á Stórheyggi, og fimleikahallirnar í
fólkaskúlunum á Argjahamri, eindini hjá Skúlanum á Fløtum á Argjavegi, Sankta Frans skúla,
Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt og Kollafjarðar skúla.
Kommunan hevur harumframt fótbóltsvøllir úti í Vika, á Eysturvølli og á Hoyvíksvølli. Avsett eigur at
verða øki til fótbóltsvøll í Vesturbýnum t.d. úti á Fløtum umframt í Kollafirði til ein hálvan fótbóltsvøll
líknandi Eysturvølli.

Frælsi ítrótturin heldur í høvuðsheitum til á Tórsbreyt. Tá ið hallirnar eru bygdar út og umbygdar komandi árini, fer frælsa ítróttin at fáa betri rúmd.

Tennis heldur til í Gundadali. Felagið vil hava møguleikar innandura.

Ætlanin er frá 2021 at seta xx mio.kr av til at røkja ítróttarøkini og víðka um hesi í kommununi.
Frá 2017 verður ítróttin ætlandi skipað í eina samlaða ítróttaumsiting undir heitinum
Ítróttur.