Lendisgøtur til rørslu og miklan sóma

Lendisgøturnar eru týðandi partur av uttandura frítíðarundirstøðukervinum í kommununi. Verandi
gøtur eru gjørdar yvir eini 20 ár. Ætlanin er at víðka munandi um hesar fram við sjóvarmálanum og
norðureftir umframt at fullføra ætlanina Ringurin, sum gongur av Skansanum til Sandagerðisnes
umvegis Boðanes, Hoydalar, Miðhoydalar, Villingardal, Húsareyn, Havnardal, Argir og Sandagerð.
Lendisgøturnar eru til fleirnýtsluendamál t.e. gongutúrar, renning, rossagøta, súkkling, tó ikki til
motordrivnar súkklur o.s.fr.

Ætlanin er at víðka upplivingina av gøtunum við at gera eina røð av virknis- og vitanarstøðum á
rutuni. Setur fokus á fjøltáttaðar møguleikar fyri fólk í øllum aldri og sum samstundis gevur eina
frálíka náttúruuppliving.

Kanning frá 2016 sýnir, at umleið 40% av vaksna fólkinum er virkið úti, herundir á lendisgøtum við
atliti til ítrótt og rørslu, og er tí ein týðandi lutur í at tryggja góða fólkaheilsu í øllum aldursbólkum.
Fyrimunurin við lendisgøtunum er, at kapasiteturin er ovurstórur á teimum og at tær eru tøkar at
kalla allar tíðir í dagslýsi. Umhugsast kann, at ávísar leiðir fáa sett upp LED-orkuljós, so tær eisini
kunnu nýtast í størri mun myrku vetrartíðina.

Sí hjálagt langtíðarætlanina fyri lendisgøtur.

Ætlanin er, at tað upp á sikt skal bera til at renna ½ marathon eftir lendisgøtunum. Sum liður í
menningini er ætlanin at gera betri skelting og upplýsing um gøturnar, herundir gera eina app og
rutur tøkar til gongu-appir.