Golf

Ein golfvøllur er í kommununi, og hann er á Glyvursnesi. Vøllurin hevur 9 hol og lýkur ikki vanligar
nýmótans treytir fyri ein golfvøll. Mál er í gerðarrætti ?) viðv. lendi til ein vøll við 18 holum eftir altjóða
treytum á Glyvursnesi. Talan er um verkætlan við støði í verkætlanarlýsing frá 200? Verkætlanin er í løtuni óviss.

Verður vøllurin veruleiki, kann møguliga annað frítíðarvirksemi hugsast í sama ella upp at sama øki
og soleiðis økja um samlaða nyttuvirðið. Fyribils verður tryggjað, at framtíðar útbyggingin ikki
verður tarnað av øðrum virksemi í økinum.