Ríðing

Í kommununi eru ríkir møguleikar fyri ríðing. Bæði á ríðibreytini í Marknagili (Kerjum) og
ríðiskúlanum har, umframt á økinum hjá ríðifeløgunum á Kráarheyggi í Havnardali, har Havnar
Ríðingarfelag og Íslandsrossafelagið halda til. Harumframt er umfatandi kervi av rossagøtum í
Flatnahaga, umframt eftir fjøllunum vestureftir umvegis Stíggjarnar ella Núgvuna og Fjallið millum
Botna til Leynar.

Møguligar ætlanir eru hjá Dalarossum at fáa ríðiøki ovarlaga í dalinum í Kollafirði ella aðrastaðni,
umframt ætlanir um serøkið hjá Fríufløtu á Kráarheyggi í Havnardali eystanfyri fjósini hjá
Íslandsrossafelagnum og Havnar Ríðingarfelagi.

Økið á Kráarheyggi og fram við Tvørá er avlagt til framtíðar útbyggingar av ríðiítróttini, tó so at tað
eisini leypandi verður mett, um annað frítíðarvirksemi kann vera í sama øki t.d. bogaskjóting og
náttúrustovnur (frítíðarskúli).

Við Kerjar verður nærri tilskilað økið avlagt til framtíðar víðkan av kappríðibreytini har.

Arbeiðið við at gera lendisgøtu (sí brot x.x.) fer at halda fram og verður tá tikið hóskandi atlit til at
gera fleiri gøtur, sum ríðast kann á. Serliga aktuell er leiðin til Kirkjubøar bæði umvegis Reynsmúla og
umvegis Kirkjubøhamar? og í dalinum í Kollafirði frá Langasandi til Leynavatn.