Lítliskúli

Frískúlin, Lítlsiskúli, læt dyrnar upp í august 2016.

Lítlaskúli leggur sær menningina í síni heild, har hugsanarligu, skapandi og likamligu síðurnar eru neyvt tengdar saman. Dentur verður lagdur á ein skúla:

- har øll kenna hvønn annan, og har vit gagnnýta teir mongu møguleikar, ið ein lítil skúli hevur - einum skúla við opnum og viðurkennandi samskifti, sum gevur børnunum tryggleika og eina játtandi sjálvsmynd.
- sum raðfestir ein likamliga og í aðrar mátar sunnan gerandisdag - einum skúla, har verkligar tilgongdir, upplivingar, rørsla og heilsugóður kostur gera børnini glað og betur før fyri at taka ímóti lærdómi.
- sum leggur dent á tónleik og list - einum skúla, sum gevur børnunum eitt sunt og mennandi ítriv, ið stimbrar hugflogið og hjálpir teimum í persónligu og fakligu menningini.
Kunna teg nærri
Lítliskúli
Hoyvíksvegur 56B
100 Tórshavn
 
Tel: 755080

T-postur: litliskuli@mail.fo
Netsíða: https://litliskuli.fo/