Visit Tórshavn


Visit Tórshavn er kunningarstovan í Tórshavnar kommunu til ferðafólk og onnur, sum leita sær kunning um eitthvørt í kommununi, sum hevur við ferðavinnu at gera. Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at skapa góðar karmar kring ferðavinnuna, tí henda vinnan kann skapa nógv spennandi størv í serliga tænastuvinnuni.

Visit Tórshavn samskipar ferðavinnuna í kommununi. Tey eru altíð til reiðar at hjálpa við einhvørjum. Vitja Visit Tórshavn HER.