Diversity 2016

Tórshavnar kommuna er ein fjølbroytt kommuna. Og tað verður fagnað í viku 40, tá ið kommunan skipar fyri »Diversity 2016«. Vikan varpar ljós á teir mongu tjóðskapirnar, sum eru í Tórshavnar kommunu.

Í øllum Føroyum búgva fólk úr 142 ymiskum londum, og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum.

Tey fáast bæði við eitt og annað. Og hetta sæst eisini aftur í skránni fyri »Diversity 2016«, sum hevur nógv ymiskt at bjóða alla vikuna.

Úr rúgvuni kann verða nevnt uttandura joga í Vágsbotni, afrikansk mótaframsýning og forkunnugir brellbitar úr heimsins heraðshornum.

Skráin sæst HER
Álit um integrasjón
Tórshavnar kommuna hevur latið gera álit um integrasjón. Álitið sæst HER