Á Hamrabøi


Arbeiðið at útvega nýggj grundøki í Kollafirði er sett í verk. Tað eru 28 ár síðani, seinasta útstykkingin var í Kollafirði. Men nú er bíðitíðin av.

Stykkini liggja sera væl fyri við góðum útsýni, og tað fer eisini at bera til at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi seinni, verður tørvur á hesum.

Talan er um 22 grundøki, og miðal víddin er 544 fermetrar. Samlaða økið er smáar 12.000 fermetrar til støddar.
Um útstykkingina
Tilfar um útstykkingina á Hamrabøi sæst HER