Luftmátingar


Umhvørvisstovan mátar luftgóðskuna á tveimum støðum í Tórshavnar kommunu. Støðirnar máta luftgóðskuna beint nú.

Síðan mars 2014 hava tvær mátistøðir mátað luftgóðskuna í høvuðsstaðarøkinum. Ein er í miðbýnum í Havn, og hin er í Havnardali, og tær eru ávikavist ein býarmátistøð og ein bakgrundsmátistøð.

Á báðum støðum verða bitlar (particles) og NO2 umframt veðurlíkindi mátað. Í februar 2015 varð eitt SO2-mátitól sett upp í Havnardali.

Luftgóðskan
Niðanfyri sært tú, hvør luftgóðskan er. Undir "Bólka" kanst tú kanna, hvørt mátingarnar liggja lágt ella høgt, tá ið hugsað verður um heilsuna. Eisini ber til at fara aftur í tíð eftir dáta.


Bøkjarabrekka


Havnardalur