Dagstovnurin Kura

Dagstovnurin varð bjóðaður út í heildararbeiðstøku árskiftið 2014/2015. Bílígasta tilboðið høvdu Sp/f Bulur. Gravi- og spreingiarbeiðið byrjaði tíðliga á sumri í 2015. Nýggi dagstovnurin varð latin av hondum 29. oktober 2016 og tikin í nýtslu lítlan mánaða seinni.

Bygningurin er 807 fermetrar. Innhegnaða økið er 3545 fermetrar. Stovnurin er ætlaður 80 børnum.

Hann er hitaður við jarðhita, og øll ljóssetingin er við LED. Við sær hevur Bulur havt Kontrast, sum hevur havt arkitektoniska partin, og við sær hava teir eisini havt Sp/f Ráð at tekna lendis- og betongarbeiði.

Demich hevur dimensionerað og gjørt ventilatión, hita og sanitet. PFJ-El við Petur F. Joensen hevur samskipað og gjørt elarbeiðið. Sp/f Við Sjógv í Kollafirði hava gjørt uttandura spælipláss. Blika hevur veitt innbúgvið, og Sendistovan hevur staðið fyri skelting.

Skipað varð fyri eini navnakapping og umboð fyri nýggja stovnin, Barna- & ungdómsdeildina hjá kommununi og Kollafjarðarnevndina, hava tikið støðu til uppskotini, sum komin eru inn.
Kunna teg tær
Dagstovnurin Kura
Botnavegur
410 Kollafjørður

Tel. 42 13 75
Fartel: 22 13 23

T-postur: conniel@torshavn.fo
Netsíða:

Leiðari: Connie Lassen
Upplatingartíðir: 7.30 - 17.00