Uttangarðslendi

Umleið 93 prosent av kommununi er óbygt lendi, hagi og velt lendi sí kortið Hagi og velt lendi (uttangarðs).

Fyri íbúgvarnar í býnum er partar av uttangarðslendinum áhugaøki til frítíðarendamál. Stór øki kring býin eru velt til landbúnað og stráfóðurframleiðslu til mjólkineyt og mjólkaframleiðslu. Mesta mjólkin í landinum verður framleidd í Suðurstreymoy, í Syðra- og Norðradali, Havnardali, Velbastað og Kirkjubø, Kaldbak og Kollafirði. (Tøl útvegast frá Búnaðarstovuni). Uttangarðslendið er mest alt festijørð við avmarkaðum nýtsluvirði fyri almenningin. Almannarættur til ferðslu í haga uttan fyri gomlu varðagøturnar er ikki loyvdur.

Umhvørvisstovan og Búnaðarstovan hava ábyrgd av lendis- og landslagsvirðunum, og kommunan hevur ábyrgd av Flatnahaga, sum hon eigur. Náttúra, landsløg og lendini eru tryggjað gjøgnum landslóggávu, Hagalóg, Umhvørvisverndarlóg, Lóg um landsjørð, Búnaðargrunn, Náttúrufriðing, Fornfriðing, Grannastevnulóg v.m. Arbeitt verður við at dagføra partar av lógarverkinum um náttúruvernd. Fáar og ongar reglur eru um vernd av serligum náttúrusløgum, um plantu- og djórasløg fugl og fiskivøtn v.m. Taðing er í andstøðu við frítíðar – og náttúruupplivingar. Til tess at tryggja virðini í náttúruni, uttan- og innangarðs er neyðugt at dagføra lógir og reglugerðir og at skipa eitt týðiligt mark millum bygt og óbygt lendi, samstundis sum skilagóð landbúnaðarvinna kann halda fram.