Mál og mið

At uttangarðslendi verður fyrisitið tryggjar virðismikil landsløg móti ótilætlaðari nýtslu, bygging, vegagerð, brúm, mastrum, lendisbroytingum, øki til mold- avgrevstrargoymslur, buturkastgoymslur v.m. Uttangarðslendi skal varðveitast til plantu-, djóralív og møguleikan at uppliva lendi og náttúru.

Umsitingarlig markmið fyri uttangarðsøki eru:

  • At staðseta skynsamt mark millum ymisku økini í kommununi, býarøki, byggi- og sethúsaøki, í mun til óbygdu uttangarðsøkini, hagan, fjøru v.m.
  • At tryggja varðveitingarligan samanhang millum landsløg/lendiskílar frá fjalli til fjøru, dalarnar, áirnar og strendurnar
  • At tryggja og verja verandi viðarlundir
  • At tryggja virðismikil útsýni móti órógvandi virksemi og gróðursetingum
  • At gera reglur um, hvussu ymisku bygningarnir í uttangarðslendinum verða nýttir.
  • At gera reglur um bygging og anlegg til aðra nýtslu undir hesum reglur um ljósútbúnað, stik/hegn, ið eru tengd at hesum (vindmyllulundin og bygningar)
  • At tryggja virðismikil mentanarumhvørvi annars.

Í ætlanartilgondini at samstarva við lendisumsitingarnar fyri at tryggja, at nýtsla og bygging er í samsvari við verandi byggisnið í kommununi.