Um ætlanina

Kommunuætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina fram ímóti 2030. Í henni verða ætlanir, politisk mál, stevnumið og karmar fyri menning løgd fram. Verandi ætlan er í trimum pør-tum: Sjálv visjónin, sum vísir yvirskipaðar leiðreglur, eitt grundarlag, sum vísir núverandi støðu og útgangsstøði fyri víðari menning og ein strategi við uppskoti um býarskipan, sum er grundarlagið undir kommunuætlanini.

Í ritinum eru tankarnir hjá býráðnum um yvirskipaðar visiónir og mál fyri Tórshavnar kommunu um-framt ætlanir um býarskipan og menning. Við útgangsstøði í verandi støðu í kommununi, verður stungið út í kortið, hvussu kommunan verður skipað komandi árini og sær út um 15 ár. Hetta fatar um alt frá bústaðarbygging, grønum ætlanum, ferðslu, umbøtingar og framtíðar verkætlanir.

Fíggjarligi vøksturin og vøkstur í fólkatali verður greinaður, ráðlegging er við, har kommunan er raðfest og skipað inn í eina vælumhugsaða og framtíðarkenda ætlan í einum samspæli millum vakran og spennandi arkitektur, eitt virkið vinnulív, ein livandi miðbý, ein væl vardan gamlan býarpart, bygdirnar og vakra náttúru.