Politisk mál og mið

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini visjón og eini vakstrarætlan. Endamálið er støðugt at menna kommunu- na og skapa bestu karmar fyri hvønn einstakan. Kommunuætlanin er ítøkiliga amboðið at stýra eftir. Visjónin er stórtøkin. Hon fatar um ætlanir innan útbúgving, gransking, vøkstur, nýskapan og at- drátt. Arbeiðið við sjálvari kommunuætlanini er merkt av, at hon í høvuðsheitinum er ein ætlan fyri kommunalar økisútbyggingar fram til 2030, bygd á stevnumið fyri vøkstri, fyri miðbýin og bygdirnar, fyri ferðslu, vinnulívið, nýskapan, trivnað og heilsu. Ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin skal verða gjørd og skal fram um alt hava til endamáls at menna sam- starvið millum virksemið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum.