KT-deildin

Á KT-deildini starvast 12 starvsfólk við fjølbroyttum útbúgvingum og royndum. Tey eru tænastuumsitarar, kervisumsitarar og verkætlanarleiðarar.

Útbúgvingar

Teldustøðingar
Bachelorar og kandidatar í KT og búskapi.

Uppgávur gerandis
Deildin stuðlar upp undir KT-arbeiðið hjá øllum deildum í Tórshavnar kommunu. Deildin virkar fyri at gera arbeiðsgongdir snildari, íverkseta munadyggari tænastur og kravfesta nýggjar arbeiðsgongdir og skipanir.

Verkætlanir

KT-deildin arbeiðir við Smart City, kravfestingum til nýggja skipan á dagstovnaøkinum, munadyggari KT-kervi og hyggur at loysnum og møguleikum í skýnum (cloud).

Hvønn veg gongur menningin á deildini

Arbeitt verður miðvíst við at flyta KT-deildina frá at vera siðbundin KT-rakstrardeild til at verða ein deild, sum er ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna kommununa. Alsamt størri dentur verður lagdur á menning og minni á vanligan rakstur.

Avbjóðingar
Menningin á KT-økinum gongur sera skjótt, og vantast kann, at menningin verður enn skjótari. Tískil er umráðandi, at deildin lagar seg til henda veruleika.