Fíggjardeildin

Á fíggjardeildini starvast 10 starvsfólk við ymiskum útbúgvingum og royndum. Tann breiða, fakliga, búskaparliga bakgrundin ger, at fíggjardeildin, umframt at røkja tær dagligu uppgávurnar, kann átaka sær nógvar ymiskar menningaruppgávur og tvørfakligar uppgávur. Arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og í toymum.

Útbúgvingar
Cand.polit,
Cand.merc.
HA
Fíggjarbachelor
Skrivstovuútbúgvingar

Uppgávur gerandis
Uppgávurnar fata um fíggjarætlan, roknskap og fíggjarstýring, mánaðarroknskapir og fráboðanir til landið, høvuðsbókhald, kreditor- og debitorbókhald, fakturering, lønarútgjald o.a. Umframt hesar uppgávurnar eru fyrireikingar til fíggjarnevndarfundir og aðrar uppgávur í sambandi við politiska arbeiðið og politiskar nevndir. Afturat fíggjarligu uppgávunum á deildini hevur Fíggjardeildin um hendi útboðspolitikk og tryggingarpolitikk kommununnar.

Verkætlanir
Fíggjardeildin er við í bæði tvørfakligum verkætlanum og hevur eisini innanhýsis verkætlanir á deildini.
Fíggjardeildin hevur ment ein útboðs- og innkeypspolitikk, sum fatar um innkeyp í sambandi við rakstur og tænastur í størri mongdum. Harumframt eru fleiri verkætlanir settar í verk í talgilding og optimering/effektivisering. Fyri at náa á mál við ymisku verkætlanum er arbeiðið á deildini skipað á ein slíkan hátt, at rúm er fyri at arbeiða bæði við dagligum uppgávum og menningarverkætlanum í senn.

Hvønn veg gongur menningin á deildini

Høvuðsendamálið við menningini er at økja um innanhýsis og uttanhýsis tænastuna soleiðis, at starvsfólk og borgarin, ið fíggjardeildin samstarvar við, fáa eina optimala, professionella og góða tænastu. Fíggjardeildin leggur dent á effektivisering og optimering fyri at økja um framleidnið. Fíggjardeildin leggur seg eisini eftir at útvega sær viðkomandi og neyðugar skipanir og amboð fyri at tryggja rætta og optimala fíggjar- og roknskaparstýring.

Avbjóðingar hjá fíggjardeildini
Yvirskipaða avbjóðingin hjá fíggjardeildini er, at samanhangur er millum politiskar visjónir, mál og fíggjarraðfestingar og tryggja, at hesar verða endurspeglaðar í fíggjarætlanini og búskapinum hjá Tórshavnar kommunu. Hetta verður gjørt í samstarvi við umsitingina annars. Onnur avbjóðing er at tryggja, at fíggjarætlan og roknskapur hjá Tórshavnar kommunu verður settur fram á ein hátt, sum tryggjar opinleika og gjøgnumskygni. Við Smart city verkætlanini stevna vit ímóti optimering og talgilding. Fíggjardeildin er við og sær fyri, at fíggjarlig lyklatøl eru tøk. Endamálið við hesum er at fáa skjótari atgongd til viðkomandi upplýsingar, gera tað lættari at viðgera hesar og á hesum grundarlagnum at kunnu taka skjótari og betri avgerðir.