Starvsfólkadeildin

Á Starvsfólkadeildini starvast 10 fólk. Tey fáast við starvsfólkamál, lønarbókhald, starvssetanir, leiðsluráðgeving, menningarætlanir, umsita lønarskipanina og HR-skipanir.

Útbúgvingar
Skrivstovuútbúgving
Lærlingur í almennari fyrisiting
Løgfrøði
Búskaparfrøði
Leiðsla og fyriskipan

Uppgávur gerandis
Alt lívsrenslið hjá einum starvsfólki, starvssetan, løn, menning, starvsendi.
Fyriskipanarmenning

Verkætlanir í løtuni

Menna starvssetanarøkið
Leiðslumenning og deildarmenning
Menna alla handa skipanir
Employer Branding

Hvønn veg gongur menningin á deildini
Talgilding á øllum mótum. Løn, starvssetan, starvsfólkafyrisiting og E-læring til starvsfólk.
Kjarnuvirksemið á deildini verður ment.
Strategisk Førleikamenning
Fyriskipanarmenning

Avbjóðingar
Sera stórt arbeiðspláss við sera nógvum sergreinum og yrkisøkjum
Ikki-talgildar arbeiðsgongdir
Fáa fólk við røttum førleikum

Uppskot til evni til starvslesandi

Rekruttering
Strategisk Førleikamenning
Starvsfólkapolitikkir
Employer Branding
Samleiki hjá deildini
Lønarskipanir
Hagtøl
E-læring