Snarskivan

Á Snarskivuni starvast 11 fólk. Tey avgreiða fyrispurningar frá borgarum, veita teimum kunning og umsita eitt nú dagstovnapláss, fólkayvirlit og grundstykki.

Útbúgvingar
Teldustøðingur
Skrivstovuútbúgvingar
Sniðgevi
Cand.mag

Uppgávur gerandis

Telefonmóttøka og umstilling, avgreiðsla við diskin, skjalaskipan og skjalasavn, dagstovnapláss, forskúlapláss, frítíðarskúlapláss, fíggjarligt frípláss, fólkayvirlit, grundstykki, sølu- og tiltaksloyvi, uppgávuskráseting til tekniska økið, netsíða, innanhýsis net, lýsingar og kunning.

Verkætlanir
Talgilding, sniðhandbók, nýggj netsíða, nýggj talgild dagstovnaskipan.

Hvønn veg gongur menningin á deildini
Alsamt meira talgilding.

Avbjóðing
At umsita og taka í nýtslu KT-skipanir til tænasturnar.