Kirkjugarðurin í Hoyvík
Lýsing
Hoyvíkingar fáa skjótt kirkjugarð, og nú verður farið undir annað byggistig. Felagið ZRJ ger alt arbeiðið, og fyrsta byggistigið hevur gingið væl. Sum myndirnar vísa, er økið skipað, grivið er av og mold beind burtur. Teir hava sprongt og brekkað og turkað økið, har tjørn fyrr var.

Atkomuvegur frá Klingruni gjøgnum kirkjugarðin er somuleiðis skipaður og grovslættaður. Somuleiðis er parkeringsøkið grovslættað.

Annað byggistig fer at kosta áleið 4,8 milliónir, og býráðið samtykti einmælt at játta peningin á býráðsfundi í mars 2017.

Býarskipanardeildin hevur gjørt kravfestingar til málið um kirkjugarðin í Hoyvík. Fyrsta byggistig var at gera lendi til 320 gravir, at skipa atkomuveg og parkeringspláss til 72 bilar, at byggja lítið arbeiðshús til amboð og tilhald. Umframt verður garðurin girdur inni.

Kravfestingarnar siga, hvussu nýggi kirkjugarðurin verður skipaður. Kravfestingarnar eru grundskjal undir uppskoti til skipan, verkætlan, myndugleikagóðkenning/Føroya Stift, friðingarviðgerð og til løgdeildina at fyriskipa og keypa lendi frá Búnaðarstovuni.
Støðan
Avgrevstur liðugur. Kort og landmátingartøkningur hevur verið inni og mált aftur á staðnum. Spreinging og brekking liðugt. Bilbugt er fingið við frárenningarøkið. Ein geiri er sprongdur norðureftir, og vatnið frá kirkjugarðinum verður ført út hagar.

Eftir ætlan skuldi sprongd/brekkað hella endurnýtast at drena við, men grótið er ikki nóg gott, tá ið tað er sprongt.

Grótið verður endurnýtt í parkeringplássinum og í sjálvum vegnum. Vegurin skal liggja so tætt upp ímóti lendinum sum gjørligt. Brunnar og rør til veitir vera løgd í. Síðani verður vegurin slættaður og parkeringsplássið verður gjørt liðugt.
Stutt og greitt
Arbeiðsánari: Tórshavnar kommuna
Byggiharri: Tórshavnar kommuna
Arbeiðstakari: ZRJ Sp/f
Byggiharraráðgevi:
Tíðarætlan: Arbeiðið byrjaði á heysti 2016. og fyrsta byggistig var liðugt í februar 2017.
Samlaður fíggjarkarmur: góðar 13 mió. kr.