|
Skráseting av flogfenaði
Við heimild í §9 í Djóraverndarlógini, løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, áleggur Heilsufrøðiliga starvsstovan øllum kommunum, at skráseta hvør hevur flogfenað.
Skrásetingin fevnir um navn, bústað, slag og tal av flogfenaði. Tað er tískil ábyrgd hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu, ið hava flogfenað, at boða Snarskivuni frá hesum.
Vinarliga setið tykkum í samband við Snarskivuna á telefon nr: 302010. |