Frítíðarskúli í páskafrítíðini


Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2. flokki, ið hava pláss fyri neyðini í páskafrítíðini, 10. - 12. apríl, (vika 15), tá ið skúlarnir og frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, verða biðin um at fylla út umsókn í sjálvgreiðsluni HER.

Seinasta freist at tekna barnið til er 20. mars 2017.

Seinni verður boðað frá, hvør stovnur er opin. Frítíðarskúlin er opin hesar dagar frá kl.07:45-17:00.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.