Hoyvíksvøllur

Á sumri 2015 gjørdi Tórshavnar kommuna sáttmála við P/F J&K Petersen um at fara undir at gera fótbóltsvøll í Hoyvík. Talan er um økið niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt og fram við Karlamagnusarbreyt. Arbeiðið hjá arbeiðstakaranum varð liðugt á heystið 2016.

Tórshavnar kommuna hevur síðani gjørt sáttmála við Sp/f HJ asfalt um at slætta økið endaligt og at leggja drenasfalt á vøllin. Hetta arbeiðið skal verða liðugt áðrenn 1. apríl 2017. Samstundis er avtala gjørd við Laiderz Aps. um leggja á stoytdoyvingarlag, graslíki og ífyllu. Hetta arbeiðið skal verða liðugt um hálvan mai 2017.

Vøllurin er ætlaður til fótbóltsvirksemi hjá millum annað Giza Hoyvík, skúlunum, frítíðarskúlum o.s.fr.

20. mars 2017 - Fínslætta
Arbeiðsfólk og maskinur hjá Sp/f HJ Asfalt eru nú komin á arbeiðsøkið og eru farin at fínslætta vøllin.

18. apríl 2018 - Tilfar komið á økið

Arbeiðið við at fínslætta og áleggjan av drenasfalti er liðugt og er nú útgerð og tilfar komið á økið, so farast kann undir at leggja stoytdoyvingarlag og graslíki.


Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923