Skúla, dagstovn v.fl
Eigarafelag, ítróttarfelag, skótar v.fl
KUNNING

Ruskposar kunnu avheintast ókeypis á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5, mánadag til fríggjadag (17. - 21. apríl) kl. 8.00 - 15.00.

Evnið fyri Umhvørvisvikuna 2017 er plastnýtsla og plastdálking, tí fáa øll útflýggja tveir ymiskar posar til ruddingardagin:

• Ein posa til plastburturkast
• Ein posa til annað burturkast

Alt plastburturkastið, sum verður savnað á ruddingardøgunum verður sýnt fram á Vaglinum ísv. Vmhvørvisvikuna 2017, sum verður 26.-29. apríl.

Tá ið liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og fyri avheintan ringja á

1. Tlf. 254010 fyri Tórshavn
2. Tlf. 254003 fyri Kollafjørð

Somuleiðis ber til sjálvi at avhenda ruskposarnar á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla millum kl. 10.00-17.00.
Bingjur verða settar á hesi økir: Nólsoy, Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Hesti, Velbastað, Kirkjubø, Norðradali, Havnardali og Skálatrøð.

VINNINGUR
Tey luttakandi í ruddingardøgunum kunnu verða við í lutakastinum at vinna ein trivnaðarpakka, virði kr. 20.000. Treytirnar eru hesar:

1. at ein bólkur á minst 10 og í mesta lagi 30 persónum ruddar eitt økið
2. at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum til uv@torshavn.fo

FREIST
Seinasta freist at melda seg til ruddingardagar er mikudagin 15. mars
Kort
Ert tú skúli, dagstovnur ella eigarafelag, sí tykkara kort yvir økið at rudda HER.