Barna- og ungdómsdeildin

Barna- og ungdómdeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Á deildini starvast 9 fólk.

Barna- og ungdómsdeildin er skipað í tveimum eindum. Ein fyrisitingarligur partur, sum leiðir og ráðgevur leiðsluna á stovnunum, og eitt námsfrøðiligt ráðgevaratoymi, sum veitir starvsfólkunum á dagstovnaøkinum ráðgeving í fakligum spurningum eitt nú í fevnan (inklusjón).

Útbúgvingar
Fyrisiting
Deildarleiðari, leiðslu royndir, námsfrøðilig og masterútbúgving
Fulltrúi, diplom í leiðslu, námsfrøðilig- og kandidatútbúgving
Fulltrúi, sosialráðgevara- og kandidatútbúgving
Eitt skrivarastarv

Námsfrøðilig ráðgeving
Toymisleiðari, námsfrøðilig- og masterútbúgving, marte meo- og ráðgevaraútbúgving
Ráðgevi, námsfrøðilig- marte meo- og ráðgevaraútbúgving
Ráðgevi, námsfrøðilig-, marte meo- og ráðgevaraútbúgving
Ráðgevi, námsfrøðilig-, marte meo-, ráðgevara- og masterútbúgving
Ráðgevi: Námsfrøðilig- og barnaráðgevaraútbúgving

Uppgávur gerandis
Afturat øllum vanligum deildararbeiði arbeiða vit við at seta mál fyri framhaldandi at menna dagstovnaøkið. Okkara kjarnuuppgáva er, at øll børn og ung í Tórshavnar kommunu fáa eitt gott og mennandi námsfrøðiligt tilboð.

Deildin leggur í hesum arbeiðinum stóran dent á, at námsfrøðiligu tilboðini til børn og ung eru fjølbroytt, hava bestu fakligu dygd og hava eitt høgt tænastustig.

Barna- og ungdómsdeildin hevur við støði í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt um hendi kommunalu barnaansingina, undir hesum frítíðarskúlar og ungdóms- og virkishús. Talan er um 40 stovnar við umleið 2.400 børnum og ungum og umleið 520 starvsfólkum.

Umframt stovnstilboðini, er týðandi partur av virksemisøkinum eisini at veita námsfrøðilig tilboð og veita ráðgeving til børn við serligum avbjóðingum. Námsfrøðiliga ráðgevingin er skipað sum toymi.

Verkætlanir
Deildin veitir námsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til stovnar eitt nú um námsætlanir, royndar- og menningarvirksemi, mannagongdir og reglugerðir v.m. Deildin skipar eisini fyri skeiðum og evnisdøgum fyri leiðslum og starvsfólki.

Deildin og stovnsøkið tekur eisini lut í granskingarverkætlanum.

Hvønn veg gongur menningin á deildini
Barna- og ungdómsdeildin tryggjar dygd í leiðslu, rakstri og tænastu. Barna- og ungdómsøkið í Tórshavnar kommunu er eitt av kjarnuøkjunum í arbeiðinum at menna høvuðsstaðarkommununa í kappingini við onnur lond um komandi ættarlið.

Avbjóðingar
Virkisøkið hjá barna- og ungdómsdeildini og námsfrøðiligu tilboðini í Tórshavnar kommunu eru í stórari menning. Við alsamt vaksandi krøvum bæði til leiðslu, námsfrøði, karmar, dygd og játtan er avgerandi neyðugt, at deildin gongur á odda bæði í mun til vitan, nýskapan og framtíðartryggjan.