Flutningur fyri brekað

Serligi bussurin fyri brekað kann umbiðjast gerandisdagar frá kl. 8-16, tó fríggjadag frá kl. 8-15.30. Bussurin hevur støð á brandstøðini.

Telefonnummarið til bandstøðina er: 30 21 00

Busskoyringin er ókeypis. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð (kl. 8-16) og í vikuskiftinum er møguleiki at nýta bussin sum hýruvogn. Gjaldið fyri hesar túrar er sum fyri vanligan hýruvogn, tvs. lægsta gjaldið á 80,-. Túrar uttan fyri arbeiðstíð skulu verða bílagdir áðrenn kl. 13.00 dagin fyri og til vikuskiftið áðrenn kl.14:00 fríggjadag.

Bussurin er bert til góðkendar brúkarar. Umsóknarblað um góðkenning fæst HER. Umsóknarblaðið skal sendast Sosialu deild til góðkenningar. Sosiala deild hevur umsitingina av serflutningsskipanini um hendi.

Fyri at lesa ella printa út pdf-fílur, er neyðugt við forritinum Acrobat Reader.

Samband
Sosiala deild
Postsmoga 32
FO-110 Tórshavn
Tel. 30 20 10
Faks 30 20 11

Brandstøðin
Tel. 30 21 00