Úthangið

Ungdómshúsið í Kollafirði nevnist Úthangið og varð sett á stovn í februar 2016. Úthangið heldur til við Botnánna.

Úthangið bjóðar eitt hugnaligt umhvørvi at seyma, mála, tekna ella okkurt annað. Vit hava spøl td. borðspøl, bingo, playstation og just dance. Vit práta og flenna, baka og matgera, vit skipa fyri tiltøkum, smáum konsertum og fara til kickboksing í Havn.

Vit hjálpa eisini við heimaarbeiði. Vit fylgja rákinum saman við teimum ungu og eru ofta við uppá alt.

Øll ung í hesum aldursbólki eru vælkomin í Úthangið.
Kunna teg nærri
Úthangið
Botnavegur 3
410 Kollafjørður

Tlf.421323
Fart. 227911

Opið er:
4.-6. flokkur, týsd. og hósd. kl.17-20
7. flokkur-18 ár, mikud. og fríggjad. kl.17-22

Úthangið fylgir frítíðum & frídøgum skúlans

Kunning og spurningar kunnu eisini avgreiðast á Facebook: Úthangið

Leiðari:
Connie Lassen
Tlf. 221323
T-postur: conniel@torshavn.fo