Broytt almenn byggisamtykt fyri matr. nr. 1229

Hoyring nú almenna byggisamtyktin fyri matr. nr. 1229 verður broytt frá økisparti D1 til økispart C2.

Økispartur D1 ásetur
Økispartarnir D1 verða í síni heild lagdir til almenning, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamál og tílíkt. Økið fram við Hoydalsá kann einans verða skipað og bygt sambært serstakari bygisamtykt fyri økið.

Bygging í D1 kann bert loyvast sambært serstakari byggisamtykt, sum er í samsvar við stk. 1.

Økispartur C2 ásetur
Økisparturin verður í síni heild lagdur til miðstaðarendamál, serstakliga ætlað stovnum, framsýningarhølum, samkomuhúsum, tónleikahøllum og øðrum mentanarligum stovnum og tílíkum og til tænastuvirksemi, ið hava samband við hesi, skrivstovur, matstovur o.t.

Útstykking verður einans loyvd sambært serstakari byggisamtykt, ið byggivaldið hevur góðkent fyri eitt natúrliga avmarkað øki.

Byggistigið má ikki fara upp um 0,25.

Nýtslustigið má ikki fara upp um 0,5.


Víst verður til kortini her á síðuni, har broytingin sæst.

Grundgeving fyri broyting
Hotel Føroyar hevur søkt um byggiloyvi til nýggja KOKS matstovu niðan fyri Hotel Føroyar á matr. nr. 1229. Neyðugt er at broyta byggisamtyktina, soleiðis at virksemið kann loyvast innan fyri økisásetingarnar í byggisamtyktini.

KOKS leggur dent á eina heildaruppliving, og hóskar henda staðsetingin, sum er tætt við bæði gistingarhúsið og viðarlundina, væl til endamálið. KOKS hevur fingið altjóða viðurkenning og dregur fleiri ferðafólk til Føroya og høvuðsstaðin. Tórshavnar kommuna metir, at rætt er at samstarva við og eggja uppundir slíkar verkætlanir.

Støðan

Hoyringsfreist
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. mai 2017.