Stovnur opin í summar


Dagstovnur í summarfrítíðini


Í viku 29, 30 og 31 í 2017 verður minkað um virksemið á barnagørðunum og vøggustovunum í Tórshavnar kommunu.

Eins og undanfarnu árini er ein stovnur opin í summarfrítíðini, tá ið hinir eru stongdir. Stovnurin er opin frá 17. juli til 6. august.

Tá ið summarið er í nánd, kanst tú melda barnið til stovnin, sum er opin í summarfrítíðini.

Nærri kunning kemur um hetta, tá ið nærkast móti sumri 2017.
Stovnur opin í frítíðartíð

Í Tórshavnar kommunu leggja dagstovnar virksemið saman í ávísum frítíðartíðarskeiðum. Øll børn til 2. flokk eru vælkomin til samanlagda virksemið, tá ið tey eru skrásett talgilt sambært leiðbeiningini niðanfyri. Tórshavnar kommuna bjóðar foreldrum hesa tænastuna, tá ið teimum tørvar hana.

Eftir at tilmeldingarfreistin er farin fáa foreldrini, ið hava tilmeldað sítt barn, upplýst hvør stovnur er opin. Hesa kunning fáa foreldur umvegis leiðaran á egnum stovni.

Niðanfyri verður kunnað um, hvussu hetta er skipað, og hvussu foreldur, ið hava tørv á stovnsplássi, bera seg at viðvíkjandi tilmelding til teirra barn. Meldað verður til eitt frítíðarskeið í senn.

Eitt kunnandi uppslag um tilmelding verður fest á veggin á øllum stovnum í kommununi og hongur í ein mánað áðrenn tilmeldingarfreistina. Hetta minnir foreldrini á tilmeldingina, sum er foreldranna ábyrgd.

Tilmelding
Tilmeldingin er tøk minst 4 vikur. Síðani steingir tilmeldingin, og stovnsleiðarar fáa tíð at fyrireika starvsfólk og virksemi, áðrenn samanlagda virksemið letur upp. Foreldrini hava ábyrgd at melda egið barn til umvegis torshavn.fo undir Sjálvgreiðsluni. Her trýsta foreldrini á røttu yvirskriftina, sum t.d. “barnagarðspláss á jólum” ella “barnagarðspláss í summarfrítíðini”. Foreldrini velja, hvørjar dagar barn teirra tørvar stovnspláss og upplýsa tað, ið skipanin spyr um. Tá ið ein váttan kemur fram á skíggjan, er barnið skrásett. Eru avbjóðingar á leiðini, eru tit vælkomin at venda tykkum til Snarskivuna, tel 302010.

Tá ið tíðin nærkast til samanlagda virksemið, fáa foreldrini umvegis egnan stovnsleiðara nærri upplýsingar um, hvat foreldrini skulu hava í huga, tá ið teirra barn fer á stovnin, sum er opin í frítíðini, hvørji starvsfólk møguliga arbeiða frá tí stovninum, barnið vanliga gongur á o.s.fr..

Tilmeldingin er bindandi. Skuldi tað hent, at barnið eftir skráseting ikki hevur tørv á plássinum, verða foreldrini biðin at venda sær til leiðaran á stovninum, har barnið gongur. Hetta skal gerast skjótast gjørligt. Er samanlagda virksemið byrjað, verða foreldrini biðin at venda sær til leiðaran á samanlagda virkseminum við avboðum (navn og telefon nummar hava foreldrini fingið upplýst frá egnum stovnsleiðara).

Samanlagt virksemi í frítíðartíðarskeiðum
Ymiskt er, nær ávikavist barnagarðar og vøggustovur leggja virksemið saman, og nær frítíðarskúlar leggja virksemið saman. Hetta er víst í yvirlitinum niðanfyri.

 Frítíðartíðarskeið   
Barnagarðar og Vøggustovur Frítíðarskúlar
 Heystfrítíð Opið sum vanligt Samanlagt virksemi
 Jólafrítíð Samanlagt virksemi millum jóla
og nýggjárs
Stongt í frítíð skúlans
 Páskafrítíð Opið sum vanligt Samanlagt virksemi
 Summarfrítíð Samanlagt virksemi í tríggjar vikur,    
tá ið stovnarnir annars steingja.
Vikurnar kunnu vera ymiskar frá
einum ári til annað.
Samanlagt virksemi fyrstu tvær
vikurnar í summarfrítíð skúlans.
Síðani stongt til skúlaársbyrjan.

Bráðfeingis tørvur

Stingur bráfeingis tørvur seg upp hjá foreldrum til pláss á samanlagda stovninum eftir tíðarfreistina, skulu foreldur venda sær við skrivligari umsókn á torshavn@torshavn.fo við frámerkinum “bráðfeingis tørvur / Barna- og Ungdómsdeildin” . Í umsóknini skulu foreldrini vísa á, hvør teirra bráðfeingisstøða er og grundgeva fyri teirra bráðliga tørvi á ansing. Tórshavnar kommuna svarar aftur skriftliga.