Kavarudding


Í vanligum kavaveðri taka maskinurnar hjá Tórshavnar kommunu sær av ruddingini. Tá ið talan er um stórkava, verður hjálp tilkallað uttanífrá. Allir arbeiðstakarar uttanífrá fáa neyðugt korttilfar og neyðuga kunning um arbeiðið. Kavaruddingin verður gjørd eftir somu raðfesting sum saltingin.

Salting
Tá ið saltað verður, er tað eftir hesari raðfesting.

1. Høvuðsvegir, har bussleiðin koyrir og sjúkraflutningur skal koma fram til Landssjúkrahúsið
2. Aðrir høvuðsvegir, har skúlar, stovnar o.a. eru
3. Brattar brekkur
4. Býlingavegir
5. Íbúðavegir


Felags fyri raðfestingina í øllum kommunalum vegum er, at í minsta lagi ein gongubreyt verður saltað.Tórshavnar kommuna letur kassar við salti til fólk at brúka.