Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 27. apríl 2017 samtykti uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn.

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini
Uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, soleiðis sum er víst sambært viðheftu skjølum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 26. mai 2017 til og við 7. juli. 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

Hoyringsfreist
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. juli 2017.

Støða


Hvar í býnum eru vit?


.
Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina