Heilsu- og umsorganartænastan

Eyðfríð L. Jacobsen er heilsu- og umsorganarstjóri. Í umsitingini starvast umframt hana Ólavur Ólavsson, fíggjarfulltrúi, Marjun Berg, fulltrúi, Jónvør Christiansen, dygdarmennari, Hildibjørt Slættalíð, skrivari, Hensia Einarsson, skrivari og Barbara Jákupsdóttir, skrivari, sum er í farloyvisstarvi fyri Annu Simonsen.

Eindirnar
Eind 1 og eind 2 fata um øll røktarbúpláss í kommununi, umleið 110 eru í hvørjari eind, tilsamans 203 búpláss umframt 11 umlættingarpláss og fimm pláss til samdøgursendurvenjing.

Jóngerð Guttesen er eindarleiðari fyri eind 1, sum fatar um Boðanesheimið, Tjarnargarð og Sambýlið og heimatænastuna í Kollafirði. Í eindini eru í alt 7 deildarleiðarar.

Maiken Olsen er eindarleiðari fyri eind 2, sum fatar um Lágargarð, Heimið við Vallalíð, Ellisheimið og Umlættingarheimið, Sambýlið oman Hoydalar og Sambýlið í Mattalág. Í eindini eru í alt 7 deildarleiðarar.

Triðja eindin er Heilsuhúsið. Marjun Poulsen er leiðari í Heilsuhúsinum, sum fatar um heimatænastu, heimasjúkrarøkt, ergo og fysioterapeuttoymið, visitasjón, dagtilhald, endurvenjing, tilhald, heimavitjanartænastu v.m. Í Heilsuhúsinum er umframt móttøka eisini ein viðgerðarstova. Heilsuhúsið fatar harumframt um allar tvørgangandi tænastur og skipanir - eisini út á røktarheimini. Í Heilsuhúsinum eru í alt 6 deildarleiðarar.

Starvsfólkahópurin
Í samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni eru 375 ársverk. Tilsaman starvast umleið 550 fólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.