Parkering
Í Havn og á Argjum eru skipaðar parkeringssonur, har parkering bert er loyvd í serliga avmerktum parkeringsbásum. Fleiri av hesum hava tíðaravmarkaða parkering millum 15 minuttir og 4 tímar. Parkeringstíðin er tilskilað við skeltum á staðnum.
Parkeringssonan í miðbýnum er eftir Jónas Broncksgøtu, Bøkjarabrekku, Niels Finsensgøtu, Sjúrðargøtu, Tróndargøtu, Jóannes Paturssonargøtu, Dalavegnum, Dr. Jacobsensgøtu, Sigmundargøtu og oman á Skálatrøð.
Eisini er parkeringssona á ídnaðarøkinum á Hálsi: Títlingsvegur (frá Bowlinghøllini), Heykavegur (frá Thomas Dam) og Staravegur (til Elektron).
Á økinum hjá SMS og Tjaldurs Apoteki er parkeringssona. Økið hjá Meinigheitshúsinum og Føroya Banka er tó ikki íroknað.
Parkeringssonan á Argjum er á Argjavegi (frá Rættargøtu til Traðagøtu) og á Traðagøtu (frá Argjavegnum til Fíggjarmálaráðið).
Nøkur parkeringsøki eru uttan tíðaravmarking, t.d. á Glaðsheyggi og á Skálatrøð. Haraftrat eru einstakir parkeringsbásar kring um í býnum, har eingin avmarking er.
Tríggir parkeringsvørðar hava eftirlit við parkeringini. Gjaldið fyri ólógliga parkering er 200 krónur.
|