Ferðslan á ólavsøku


Ferðslan er broytt á ólavsøku. Høgrumegin sært tú neyv kort yvir,  hvar og nær ferðsla er loyvd í miðbýnum á ólavsøku.


Fríggjadagin, 21. juli, kl. 08.00 – 23. juli, kl. 10.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu og oman á Vaglið stongd. Pallur og útgerð til Tórsfest verður sett upp og tikin niður.

Hósdagin 27. juli, kl. 08.00 – 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið stongd. Prideskrúðgongan endar á Vaglinum, og sølutjøld og -vognar verða settir á pláss. 

Hósdagin 27. juli, kl. 18.00 – 30. juli, kl. 12.00 er Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman í Vágsbotn stongd. Sølutjøld og -vognar verða settir á pláss.

Hósdagin 27. juli, kl. 18.00 – 20.00 er Myllnugøta, Skálatrøð og økið undir Bakka stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.

Fríggjadagin, 28. juli, kl. 13.00 – 14.00 er Tróndargøta frá Sjúrðagøtu og oman til Kongagøtu stongd fyri ferðslu. Gjørt verður klárt til skrúðgonguna. 

Fríggjadagin 28. juli, kl. 12.00 – 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sjónleikarahúsinum og oman á Vaglið, Áarvegur, Myllnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Skálatrøð stongd. Undantikið hýruvognar, Bussleiðina og Bygdaleiðir er ferðsla ikki loyvd tvørturum Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjararbrekka/Steinatún hetta tíðarskeið. Ólavsøkan er á skránni.

Fríggjadagin 28. juli, kl. 14.00 – 19.00 er Eystara Bryggja, Havnagøta til Jónas Broncks gøta stongd. Kappróður er á skránni.


Ferðsluforðingar vegna trygd
Innanfyri læsta økið í miðbýnum verða av trygdarávur staðsettar ferðsluforðingar. Hesar verða settar upp um morgunin ólavsøkuaftan. Meðan hetta verður gjørt, verður ferðslan tarnað nakað á staðnum. Undir Trygd ber til at síggja kort, hvar ferðsluforðingarnar verða staðsettar. 



Ferðslukort
Fríggjadagin 21. juli kl. 8.00
til 24. juli kl. 10.00




Hósdagin 27. juli kl. 8.00
til 28. juli kl. 12.00




Fríggjadagin 28. juli kl. 12.00
til 30. juli kl. 12.00