Trygd


Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna í samstavi við aðrar myndugleikar fyri trygdarátøkum. Ferðsluforðingar verða settur upp kring miðbýin, og um kvøldi og náttina ólavsøkuaftan og -dag ganga samarittarar hjá Reyðkrossi runt í býnum, so til ber at veita skjóta hjálp, har tørvur er á tí.
Í Steinatúni verður somuleiðis skipar fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað.
Midnáttarsangur á Vaglinum
Undir miðnáttarsanginum verður skipað fyri serligum trygdarátøkum. Samarittar eru staðsettir kring vaglið, sjúkrabilar eru tøkir nærhendis og umboð fyri løgregluna og sløkkiliðið eru á loftinum á ráðhúsinum og eygleiða støðuna, so boð kunnu gevast beinavegin, skuldi eitthvørt verið áfatt.

Undir midnáttarsanginum standa samarittarnir á hesum støðum:



Telefon 283629 ella 112

Økið framman fyri Gamla Bókahandil er sett av til foreldur við barnavognum og smábørnum. Ansið væl eftir tykkum og tykkara næstrafólki.

Ferðsluforðingar
Fríggjadagin 28. juli kl. 10.00
til sunnudagin 30. juli kl. 12.00