Bygging sum ikki krevur byggiloyvi

Tann 1. januar 2017 kom Føroyska bygningskunngerðin í gildi (BK17).

Í BK17 kap. 1.3 er ásett, at bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum, eisini er ásett:

• 


 
at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri
byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, verður bygt
eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir,
sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.


at kommunali byggimyndugleikin ger reglur fyri, nær umbygging,
afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:

• 
at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar

at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar

at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar

Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.


Yvirlit yvir arbeiðir sum
ikki krevur byggiloyvi:


Smáir bygningar upp til 10 fermetrar sum ikki eru upphitaðir,
sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:

• 
at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum


at frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikli skal í minsta
lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)

at frástøðan til mark er minst 1 m


at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í
mesta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)

Broyting av innrætting í sethúsum,
tvíhúsum og líknandi, treytað av:

• 
at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini

at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5)

at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK17 kap.)

Altanir upp til 5 fermetra vídd, treytað av:
• 
at altanin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.)

Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:
• 
at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)

Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:
• 
at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)

at kravið um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5)

Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur

Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk

Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi

Brenniovnar, treytað av:
• 
at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin áðrenn hann verður tikin í brúk.

Niðurtøka av bygging minni enn 50 fermetrum, treytað av:
• 
 
at vegleiðingin um niðurtøku av bygging á heimasíðuni hjá kommununi
verður yvirhildin.