Broytt byggisamtykt fyri matr.
nr. 249a, Argir, broytt til A1
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð samtykti á fundi 20. juni 2017 uppskot um broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu soleiðis, at parturin á matr. nr. 249a, Argir, sum er 4. grundøki (landbúnaður og alment frílendi) verður broyttur til A1-øki (stakhús).

Ognin er 6.350 fermetrar til víddar og hevur innkoyring frá Argjaboðagøtu. Umleið 2.850 fermetrar eru A1-øki og restin, umleið 3.500 fermetrar eru 4. gr.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyttu almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 26. juni 2017 til 7. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. august 2017.

STØÐA


HVAR ERU VIT?




ØKIÐ UNDAN BROYTING




ØKIÐ EFTIR BROYTING


Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina
Byggisamtyktin