Bátahavn og sjóhitastøð í Álakeri
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu soleiðis, at bygt kann verða bátahavn og sjóhitastøð í Álakeri framman fyri Landsjúkrahúsinum, sum sýnt á skjølunum her á síðuni.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 26. juni 2017 til 7. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 7. august 2017.


STØÐA


HVAR ERU VIT?




ØKIÐ UNDAN BROYTING




ØKIÐ EFTIR BROYTING


Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina
Byggisamtyktin