Serstøk byggisamtykt fyri
matr. nr. 135a og 32a, Argir
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um broyting í serstøku byggisamtyktini fyri matr. 135a og 32a á Garðsgøtu, Argjum.

Uppskot til broyting av serstøku byggisamtyktini soleiðis, at á niðara parti verða bygd 5 stakhús ístaðin fyri 9 samanbygd hús.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at almenna byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. juni 2017 til og við 8. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 8. august 2017.

STØÐA


HVAR ERU VIT?



Eftir broyting

Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina