Broytt byggisamtykt fyri Matr.
nr. 261b, Oyrareingir, broytt til A1
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini soleiðis, at D2 øki á Oyrareingjum, har matr. nr. 261b liggur, verður broytt til A1 øki, sum sýnt við viðfestu skjølum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. juni 2017 til og við 8. august, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 8. august 2017.


STØÐA


HVAR ERU VIT?



Undan broyting


Eftir broyting

Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina
Byggisamtyktin