Avtøka av serstøku byggisamtyktini
fyri undir Gráasteini
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um avtøku av serstøku byggisamtyktini fyri undir Gráasteini, Tórshavn.

Uppskot um avtøku av serstøku byggisamtyktini fyri undir Gráasteini sambært viðfestu skjølum.

Avtøkan fevnir um hesi matr. nr.

Matr. nr. 1116a
Matr. nr. 1116b
Matr. nr. 1116c
Matr. nr. 1116e
Matr. nr. 1117a
Matr. nr. 1117b
Matr. nr. 1118a
Matr. nr. 1118b
Matr. nr. 1119a
Matr. nr. 1120a

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at avtaka serstøku byggisamtyktina fyri undir Gráasteini liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 28. juni 2017 til og við 9. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 9. august 2017.

STØÐA


HVAR ERU VIT?



Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina
Byggisamtyktin