Broyting av ásetingunum fyri
A1 øki í almennu byggisamtyktini

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 20. juni 2017 samtykti uppskot um broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Ásetingin fyri umráðirspartarnar A1 í 3. grundumráði, §5 stk. 2 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu er:

Grundstykkini skulu vera í minsta lagi 500 m². Tá byggingin verður framd eftir serstakari byggisamtykt, kann býráðið loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 m², tó í minsta lagi 400 m² fyri stakhús og 300 m² fyri hvønn partin av einum tvíhúsum ella raðhúsum. Ein partur av teirra minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil.

Ískoyti til §5, stk. 2 er soljóðandi:

Í samband við eitt natúrliga avmarkað øki, har flestu grundstykkini eru minni enn ásetingarnar í pkt. 2 loyva, kann byggivaldið geva serloyvi til at víkja frá ásettu støddini á grundstykkjunum. Hetta fyri at varðveita dámin í økinum.
Hetta er í samsvar við miðbýarætlanini hjá Tórshavnar kommunu við at tætta miðbýin, og fáa fleiri fólk at búseta seg í honum.


Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 28. juni 2017 til og við 9. august 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.

HOYRINGSFREIST
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 9. august 2017.

STØÐA





Send tínar viðmerkingar til byggisamtyktina
Byggisamtyktin
• 
Kunngerð