Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin


Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin verður víðkaður. Samlaða tøka økið er áleið 33.000 m2, og í fyrstu atløgu verða 11.000 m2 veltir og nýttir.

Talið á gravum í byggistig I er 1234. Umsitingini hjá Tórshavnar kommunu hevur saman við Hmp Consult arbeitt við at bjóða arbeiðið út. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at grava av bleytt tilfar, bora og spreingja, javna botnin og fylla upp og slætta fyri gravstøðum og gøtum, kloakk og veitum, regnvatnsarbeiði og vatn-, el- og gøtuljósarbeiði.

Eisini verður vegurin “Í Vika” dagførdur. Hetta arbeiðið fatar um allan avgrevstur, spreinging, uppfylling, at slætta, asfaltera og gera kantsteinar, gøtuljós og leiða vatn burtur frá vegi. Byggistig I er bjóðað út soleiðis, at arbeiðstakarin átekur sær at gera alt byggistig I, tó yvir eitt longri tíðarskeið soleiðis, at nøktandi tal á gravum er tøkt, tá ið tørvur er á teimum. Nágreining og arbeiðslag verður avgreitt saman við vinnandi arbeiðstakaranum.

Útbjóðing
Útbjóðingin var 16. juni 2017, og Spf. Konsax átti lægsta boðið - slakar 14 milliónir krónur uttan mvg. Býráðið játtaði einmælt at taka av tilboðnum tann 20. juni í ár. Farið verður undir arbeiðið í august 2017.
Kunna teg nærri
Bárður Johannesen
verkætlanaraleiðari
t-post: bardurj@torshavn.fo