Tórsvøllur
Lýsing

Grunnurin Tórsvøllur bygdi Tórsvøll í 1999. Grasvøllur, áskoðarapláss á trimum síðum kring vøllin og fyrisitingarligt høvuðssæti til FSF komu í 1999. Síðani eru ikki gjørdar stórvegis íløgur í Tórsvøll. Tórshavnar kommuna yvirtók Tórsvøll í 2008 og gjørdi norðara enda á Tórsvølli samstundis, sum fimleikabygningurin Fimi varð reistur har í 2010. Tórshavnar kommuna og FSF eru í felag um langtíðarætlanirnar við Tórsvølli. Í oktober 2010 mælti UEFA til at gera Tórsvøll fullfíggjaðan, so hann lýkur altjóða krøv og at gera heildarætlan fyri Gundadal. UEFA vil vera við í ráðgeving og fígging.

Spanska arkitektavirkið RFA Fenwick Iribarren Architects fór við ársenda 2010 undir at gera eina heildarætlan. Virkið hevur hollar altjóða royndir við ráðgeving í sambandi við stadionanlegg av ymsum slag í og uttan fyri Europa. Heildarætlanin er ein greining av Tórsvølli í mun til landið sum heild, í mun til býin, í mun til Gundadal sum samlað ítróttarøki og sum tjóðarleikvøllur. Harumframt er uppskot til sjálvan Tórsvøll við hentleikum, sum krevjast sambært galdandi altjóða reglum til leikarar, dómarar, tíðindafólk, áskoðarar, trygdarviðurskifti o.s.fr.

Heildarætlanin fevnir eisini um uppskot til Gundadal sum samlað ítróttarøki (“Sports Village”) við ymiskum virksemi í økinum. Heildarætlanin skal eftir góðkenning í Tórshavnar Býráð og FSF, verða grundarlag undir víðari fyrireiking av útbyggingum á Tórsvølli, soleiðis at tjóðarleikvøllurin verður lyftur upp á eitt altjóða viðurkent stig.
Støða

Juli 2017
Arbeiðið er bjóðað út eftir partalagsleisti.

Útbjóðing verður 31. august hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Um verkætlanina

Arbeiðsánarar: FSF og Tórshavnar kommuna
Høvuðsráðgevi eru MAP, arkitektar.
Undirráðgevar eru HMP Consult, lendi og bygging
HVS og útlufting: PB Consult,
LBF, streymur