Kókitilráðing – hví og hvussu?


Hví kókitilráðing?
Av og á verður drekkivatnið dálkað serliga seint á sumri og tíðliga á heysti, tá ið tað er áarføri og lutfalsliga heitt í veðrinum. Á henda hátt koma óynsktar bakteriur og aðrar mikroorganismur í drekkivatnið. Drekkivatn skal lúka krøv í Kunngerð nr. 127 frá 22. november 2013 um veiting av drekkivatni. Kommunan/vatnverkið gevur tí kókitilráðing, tá ið drekkivatnið ikki lýkur hesi góðskukrøv.

Drekkivatn, sum er dálkað við E. coli, koliform bakterium ella hevur ov høgt kimtal, kann vera sjúkuelvandi fyri menniskju. Kókitilráðing merkir, at drekkivatnið eigur at verða kókað áðrenn nýtslu. Flestu bakteriur og aðrar mikroorganismur doyggja, tá ið vatnið verður kókað.

Hvussu skal vatnið kóka?
Vatnið skal fáast upp á kók (100⁰C), og síðan skal tað “spruttkóka” í 1 min. Grýta ella ketil kann nýtast til at kóka drekkivatn. Verður el-ketil nýttur, verður mælt til at kóka vatnið tvær ferðir við 2-5 min. millumbili. Á henda hátt verða flestu mikroorganismur gjørdar óvirknar ella dripnar, burtursæð frá onkrum einkultum virus og sporum.

Vatn í kaffimaskinum kemur sjáldan upp á 100°C í 1 min. Tó er mett, at tað er ráðiligt at nýta kaffimaskinur og ídnaðaruppvaskimaskinur, sum í minsta lagi koma upp á 80⁰C. Hetta tí at tá eru flestu mikroorganismur frá dálkingini gjørdar óvirknar ella deyðar.

Nær skal kókað vatn nýtast?
• Alt drekkivatn verður kókað.
• Grønmeti og frukt verður skolað við kókaðum vatni.
• Kókað vatn verður nýtt, tá ið tú bustar tenn.
• Kókað vatn verður nýtt til hondvask ísv. matgerð.
• Kókað vatn verður nýtt ísv. uppvask.
• Køksborð, spísiborð og líknandi verður gjørt reint við kókaðum vatni.

Nær nýtist vatnið ikki at vera kóka?
• Ókókað vatn kann verða nýtt til at kóka epli, spagetti o.a.
• Ókókað vatn kann verða nýtt til vanligt hondvask – tó ikki ísv. matgerð.
• Ókókað vatn kann verða nýtt til brúsubað og karbað. Týdningarmikið er tó, at børn ikki drekka vatnið.
• Ókókað vatn kann verða nýtt til klædnavask og reingerð – tó ikki til køksborð, spísiborð og líknandi.
• Húsdjór kunnu drekka ókókað vatn.

Nær er ikki longur neyðugt at nýta kókað vatn?
Vatnið skal verða kókað til nýggj vatnsýni hava staðfest, at vatnið er reint aftur, og kókitilráðingin tikin úr gildi.