Langhylur



Lýsing
23. apríl 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl.

Bygginevndin fyri langhyl sendi 9. mai 2016 uppskot til byggiskrá til hoyringar hjá viðkomandi áhugapørtum.

Í juni 2016 lat bygginevndin byggiskránna til viðgerðar í býráðsnevndum og býráði. 16. juni 2016 samtykti eitt einmælt býráð at taka undir við byggiskránni.

Í august fóru 3 undangóðkend ráðgevaratoymi (arktitektavirki og verkfrøðingavirki) í gongd í hugskotskapping, har tey fái høvi til at geva eitt skikkað boð uppá eina høll til ein komandi langhyl. Toymini eru:

- Firvald við Ósbjørn Jakobsen ark. P/F v.fl,
- SNA Ark. Sp/f v.fl.
- Árni Winther ark. Sp/f v.fl.

Hugskotskappingin endaði 23. november 2016. Eftir hetta viðgjørdi nevndin vinnaran og legði tilmæli fyri býráðið 15. desember 2016. Vinnandi uppskotið hevur SNA Ark. Sp/f v.fl. latið úr hondum.








Kunna teg nærri
Sigurð Ó. Vang
Mentamálaleiðari
t-post: sigurd@torshavn.fo
telefon 213923