Lutakast um 12 grundøki

Seinasta freist at skriva seg upp til lutakastið um grundøkini í Homrum í Kollafirði var mánadagin 2. oktober 2017. Í næstum verður kastað lut millum øll tey, sum hava meldað seg til lutakastið, og sum lúka treytirnar fyri at fáa lutað grundøki frá Tórshavnar kommunu.

Í øðrum teigum her á síðuni ber til at lesa meira um grundøkini, sum drigið verður um.

Snarskivan eftirkannar í løtuni, at allar tilmeldingarnar lúka kommununnar treytir. Kemur Snarskivan til ta niðurstøðu, at onkur ikki lýkur treytirnar, fær viðkomandi boð um hetta, áðrenn lutakastið verður avgreitt, so møguleiki er at rætta møguligar misskiljingar.

53 fólk hava skrivað seg upp til lutakastið, og tey fáa boð, áðrenn drigið verður.
Reglugerð
Tú kanst lesa reglur fyri, hvussu umsóknir verða viðgjørdar og grundøki útlutað HER
Lutakast um 12 grundøki
Hesi grundøki eru við í lutakastinum í Homrum í Kollafirði: 1, 2, 3, 4, 7, 10, 11, 12, 13, 15, 16 og 18. Yvirlit yvir øll 12 grundøkini sæst niðanfyri, tá ið tú trýstir á myndina.


Um útstykkingina
Miðalstøddin á grundøkjunum er 544 fermetrar, og kostnaðurin er 255.680 krónur.

Fullfíggjað kunning um stødd og byggimøguleikar á hvørjum einstøkum grundøki sæst HER