Býarskipanardeildin

Býarskipanardeildin hevur við býararkitektinum á odda ábyrgdina av allari býarskipan og lendisskipan í Tórshavnar kommunu. Deildin virkar innan tær fíggjarligu játtanir, ið býráðið samtykkir, og tryggjar, at býarskipanarlig stevnumið býráðsins verða sett í verk.

Býarskipanardeildin er skipað sum partur av teknisku fyrisitingini. Á deildini starvast 6 fólk. Býarskipanardeildin fevnir somuleiðis um lendisdeildina við røktarleiðara, kirkjugarðarnar og eitt gartnaralið.

Útbúgvingar
Arkitektur
Landslagsarkitektur/býargartnari
Verkfrøðingur í arkitekturi
Býarráðleggjari
Tekniskur hjálpari

Uppgávur gerandis
Starvsfólkið á býarskipanardeildini samstarvar, veitir ráðgeving og svarar fyrispurningum frá øðrum deildum kommununnar, stovnum og borgarum, undir hesum m.a. eisini vegleiðir privatum borgarum ella fyritøkum, sum tørva lendi/grundøki til eitthvørt endamál.

Kommunuætlanin er yvirskipaða býarskipanarliga amboðið hjá kommununi, sum býarskipanardeildin samskipar, ger og heldur viðlíka, undir hesum somuleiðis evnisætlanirnar hjá tekniska øki – eitt nú parkeringspolitikkin, miðbýarætlanina, grønu ætlanina, gulu ætlanina o.s.fr.

Býarskipanardeildin leggur til rættis og skipar yvirskipaðu kommunalu útstykkingarnar og veitir ráðgeving í sambandi við privatar útstykkingarætlanir. Í sambandi við nýggjar útstykkingar og neyðugar broytingar í verandi byggisamtyktum stendur býarskipanardeildin fyri at gera nýggjar serstakar byggisamtyktir, umframt at broyta verandi byggisamtyktir.

Í sambandi við at ráðleggja størri kommunalar bygningar stendur býarskipanardeildin fyri byggiskráum og heildarætlanum, umframt fakliga ráðgeving til aðrar deildir, undir hesum m.a. at gera skipanaruppskot, tíðarætlanir og kostnaðarmetingar í sambandi við ætlanir at byggja skúlar, stovnar og aðrar bygningar. Harafturat umsitur deildin verandi Býaratlas, sum fevnir um bygningsfriðing og varðveiting.

Býargartnarin veitir fakliga ráðgeving og hjálp til stovnar, eigarafeløg og borgarar í kommununi umframt ráðgeving til aðrar deildir kommununnar, undir hesum at taka lut í arbeiðinum at skipa uttanumøki í sambandi við ráðlegging, projektering og at byggja nýggjar stovnar og bygningar.

Høvuðsuppgávan hjá lendisdeildini er at arbeiða fyri, at vit altíð hava ein vakran og reinan bý til fragd og góðan trivnað hjá teimum, sum búleikast og ferðast her. Uppgávurnar eru m.a. at skapa, menna og røkja kommununnar fríøki, frílendi, náttúruøki, gøtur, blómugarðar, kirkjugarðar, spælipláss o.a., og at taka lut í arbeiðinum at røkja og menna ítróttarøki.

Verkætlanir
Arbeitt verður miðvíst við verkætlanum, sum eru við til at framtíðartryggja okkara bý og bygdir. Dentur verður lagdur á menning og burðardyggar loysnir, samstundis sum arbeitt verður við, hvussu býarvøkstur, bygging og lendisnýtsla verða tillagað og leggja seg upp at verandi nærumhvørvi, siðvenju og mentanararvi.

Hvønn veg gongur menningin á deildini
Býarmenning er lyklaorðið á býarskipanardeildini, sum er ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna høvuðsstaðarkommununa í kappingini við onnur lond. Deildin leggur alsamt størri dent á nýhugsan og fjølbroytni í sambandi við býarskipan, búseting og vælvirkandi býarrúm, eins og at framtíðartryggja komandi ættarlið.

Avbjóðingar
Býurin, bygdirnar og víddin á fríøkjum vaksa. Og við alsamt vaksandi krøvum bæði til býarskipan, burðardygd, karmar og tænastu er avgerandi neyðugt, at deildin gongur á odda í mun til vitan, nýskapan og framtíðartryggjan.