Mentamáladeildin

Mentamáladeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Á deildini starvast 4 fólk.

Deildin hevur um hendi menta-, frítíðar-, skúla- og ítróttarmál. Til deildina hoyra: 10 kommunalir fólkaskúlar, Tórshavnar Musikkskúli, Tórshavnar Kvøldskúli, Býarbókasavnið, Býarsavnið, Svimjihøllin, Ítróttaanlegg og stadionøkir, Mentanarhøli í miðbýnum (Reinsaríið & Perlan & Kórhøllin), umframt mentanarstuðulsmál.

Útbúgvingar á deildini
Lærari, mentanarmiðling, løgfrøði, búskaparfrøði, málfrøði o.s.fr.

Uppgávur gerandis
Virkisøkini hjá mentamáladeildini eru í høvuðsheitum politiskt málsøki hjá mentamálanevnd Tórshavnar býráðs. Mentamálaleiðarin er skrivari hjá mentamálanevndini og fyrireikar saman við trivnaðarstjóranum øll mál á økinum til politiska støðutakan. Umleið 300 mál verða løgd fyri nevndina um árið, ið deildin fyrireikar.

Mentamáladeildin er við til at styðja undir samtyktu mál og mið býráðsins – “Okkara høvuðsstaður, virkin og vakin”, og skal tryggja, at virðisgrundarlagið hjá kommununi støðugt verður røkt.
Nøkur viðkomandi brot úr stevnumiðunum eru: at høvuðsstaðurin er alheimsgjørdur og fjølbroyttur, at rúm er fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum, og at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi. Meira um stevnumið og virði er at lesa HER.

Yvirskipað tryggjar mentamáladeildin, at mentamálapolitisku stevnumiðini hjá býráðnum verða fylgd. Stórur politiskur dentur verður í breiðum týdningi lagdur á Mentamálaøkið, og sum høvuðsstaður gongur kommunan ganga á odda eisini á tí mentamálapolitiska pallinum. Stór útbygging er farin fram á økinum síðstu árini, og fleiri størri útbyggingar eru ella verða ætlandi komandi árini bæði á skúlaøkinum, mentanarøkinum og ítróttaøkinum. Sum dømi kunnu nevnast Skúlin á Fløtum, Høllin á Hálsi, Musikkskúlin, Tórsvøllur v.m.

Mentamáladeildin hevur týðandi leiklut í at tryggja, at skipanir, tilboð og karmar støðugt verða ment - eisini í samstarvi við aðrar myndugleikar, stovnar, felagsskapir og einstaklingar.