Open gym í Burn


Í venjingarmiðstøðini Burn liggur í miðbýnum í Havn. Heilsu- og umsorganartænastan hevur fingið møguleika at læna høli og útgerð hjá venjingarmiðstøðini og kann tí bjóða fólkapensjonistum í kommununi til venjingar saman við fysioterapeutum úr Heilsu- og umsorganartænastuni.

Venjingarnar eru øðrvísi enn tær, ið fólk, sum eru komin væl til árs, vanliga gera. Úrslitini higartil hava verið sera góð. So at siga øll hava tikið seg fram, bæði tá ið hugsað verður um styrki og at koma í góða venjing. Øll eru vorðin likamliga betur fyri og hava havt góðar upplivingar um somu leið.

Endamálið
Endamálið við hesum venjingunum er at endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og harvið stuðla undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Starvsfólk frá fysioterapitoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni leiða fólkini gjøgnum venjingarnar, so at øll kunnu kenna seg trygg og koma væl frá byrjan. Ætlanin er, at tá ið borgarin er lærdur upp, ber til at halda fram sjálv/-ur, tó at toymið framvegis verður knýtt at øllum, sum íðka.

Venjingarstaðið
Til ber er at venja við alskyns útgerð, og tí kann dentur bæði verða lagdur á styrki og at halda sær í góðari venjing. Í bygninginum er lyfta, so til ber hjá rørslutarnaðum at venja.

Kostnaðurin fyri venjingartilboðið er kr. 199 um mánaðin.

Tilmelding
Til ber at melda seg til skeiðið HER, minst til at viðmerkja “OPEN GYM” í teigin, tá ið umsóknin verður fylt út.

Hevur hetta kveikt tín áhuga, ella hevur tú spurningar, kanst tú eisini ringja til:

Jákup Petur Eliassen, deildarleiðari fyri fysioterapitoymið, tel 79 31 45

Báru Krosslá Mortensen, fysioterapeutur, tel 79 31 39
Faldari
Faldari um Open gym í Burn sæst HER