Endurvenjing


Endurvenjingin er eitt tilboð, har fólk venja tvær ferðir um vikuna á Boðanesheiminum. Vant verður í ein tíma hvørja ferð. Hvørt skeið varir í tríggjar mánaðir.

Tilboðið um endurvenjing riggar væl millum samlaðu tilboðini, sum Tórshavnar kommuna bjóðar eldru borgarum í kommununi. Tilboðið er serliga ætlað teimum, sum ikki eru før fyri at ganga í Badmintonhøllina ella til Open Gym í Burn, men sum tó eru so mikið væl fyri, at tey væl klára seg heima.

Bæði tá skeiðið byrjar, og tá ið tað endar, verður mett um likamligu støðuna hjá luttakarunum. Hetta verður gjørt fyri at leggja venjingina hjá einstaka luttakaranum til rættis og at kanna, hvør framgongd verður gjørd hesar tríggjar mánaðirnar. Tíðliga í tilgongdini verða mál sett fyri einstaka luttakaran, hvat henni/honum tørvar at arbeiða við.

Sjálvt um venjingin er tillagað einstaka brúkaranum, er hon krevjandi. Fólk, ið gera sær dælt av tilboðnum, skulu vænta at venja hart og vera likamliga móð, tá ið tey koma aftur til hús. Til venjingina koma fólk í klæðum, ið eru góð at venja í og fáa sveittan fram.

Úrslit
Úrslitini síggjast vanliga skjótt eftir, at venjingin er byrjað. Tríggjar royndir verða gjørdar, tá ið venjingin byrjar, og tá ið hon endar:

• At reisa og seta seg í 30 sekund.
• At reisa seg og ganga stuttan tein og seta seg aftur upp á tíð.
• At ganga longst møguligt í seks minuttir.

Samlað vísa royndirnar, hvørjari venjing fólk eru í og hvør styrkin og javnvágin hjá hvørjum einstaka er. Við venjingini taka fólk seg fram. Tey seinastu 130 fólkini, ið hava verið til endurvenjing, hava í miðal tikið seg nógv fram:

• At reisa og seta seg upp á 30 sekund: Eftir venjingina hava fólk í miðal megnað hetta 59% oftari
• At reisa seg, ganga ein styttri tein og seta seg aftur: Eftir venjingina klára fólk í miðal hetta 19% betur.
• At ganga í seks minuttir: Eftir venjingina ganga fólk í miðal 34% longri.